Nón

Arkitekturur í Norðragøtu og røddin sum amboð
26-09-2018
Røddin hevur stóran týdning fyri barnakonur, sigur Sanne Storm, ið er tónleikaterapeutur.

Fyrst verðurr vitjað í nýggju ráðhúsunum í Eysturkommunu, ið eru bygd á Oyrini í Norðragøtu. Og í hesari frásøgnini sigur borgarstjórin Jóhan Christiansen okkum eitt nú, hví Eysturkommunu valdi at byggja ein bygning á høgum arkitektoniskum støði.
Eisini hitta vit arkitektin, ið hevur teknað bygningin, Ósbjørn Jacobsen, sum vit eitt nú spyrja hvat hann hevur lagt seg eftir, tá bygningurin varð teknaður.
Og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, ummæla vit nýggju ráðhúsini, sum harumframt eisini kunnu nýtast til mentanarlig tiltøk av ymiskum slag. Vit hitta eisini Honnu Jensen, ið er býráðslimur og franskur konsul, tí júst henda dagin vitjað varð í Norðragøtu, var skipað fyri konsert við einari franskari jazztrio.
Sanne Storm er tónleikaterapeutur, og hon sigur okkum hví røddin og mátin vit brúka røddina uppá hevur so stóran týdning fyri barnakonur.
Eisini ummælir Jógvan Isaksen, rithøvundur og bókmentafrøðingur, nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Himnahyljar.
Og í Klassiska Horninum hoyra vit ein part úr tangosøguni.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022