Nón

Sally gevur tilflytarum eina rødd
03-10-2018
Grundleggjandi haldi eg, at fólk gjarna vilja hoyrast, sigur Sally Hentze, ið skipar fyri myndaframsýning um tilflytarar í Føroyum

- Tað eru nógv, ið flyta til Føroya, sum halda tað vera eina avbjóðing, um tey ikki hava eina familju frammanundan. Tí familjubondini eru ógvuliga tøtt heruppi. Tað kann vera eitt lyndi til, at føroyingar lukka seg um hvønn annan. Tað er lættari, tá tú kemur við einum maka ella hjúnafelaga og harvið fært atgongd til eitt netverk av familju og vinum.
Millum annað hetta sigur Sally Hentze í hesi samrøðuni. Hon hevur tikið myndir av ymsum tilflytarum úr øllum heiminum, og hon hevur prátað við teir um tað at flyta til Føroya, tá tú kemur við einari aðrari mentan.
Hon sýnir í hesum døgum fram myndirnar saman við samrøðunum. Mynda- og søguframsýningin er at síggja á Torginum í SMS í sambandi við Diversity Week.
- Eitt sum gongur aftur er, at vit tosa nógv um integratión. Vit skulu kanska duga betur at tosa um integratión og inklusión. Integratión leggur upp til, at tað er tilflytarin, sum bara skal gera okkurt. Tilflytarar halda at tað kundi verið gott, um áhugin gekk báðar vegir. At vit vóru eitt sindur betri til at lata nýggju mentanum inn, sigur Sally Hentze.
Hoyr alla samrøðuna her, har hon eisini umrøður fleiri av teimum, sum eru við í framsýningini.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Urd Johannesen, Jóanes Nielsen og Malan Marnersdóttir eru á franskari sjarmuoffensiv í París
23-02-2022
Bókmentakritikarin Elena Balzamo er spent um føroyskar bókmentir í París
22-02-2022
Stórur áhugi er fyri føroyskari mentan og list í París, sigur mentanarleiðari í Le Bicolore
22-02-2022
París fer at seta sín dám á hesa Nón-sendingina og sendingarnar alla vikuna.
21-02-2022
Listaverk hjá Randi Samsonsen úr millum annað djúpbláum velourstoffi
21-02-2022
Jóhannes Andreasen er solistur, tá ið Føroya Symfoniorkestur spælir ársins fyrstu konsertir í navni Beethovens.
18-02-2022
Jóhannes Andreasen og Føroya Symfoniorkestur í konsert. Randi Samsonsen um sína list. Høgnatátturin um vikuna.
18-02-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
18-02-2022
Sjónleikadeildin hjá Losjuni Glotti í Gøtu framførir nýggjan skemtileik
17-02-2022
Hømm hømm í summarhúsinum. At skúla kvinnur í Føroyum 1900-1914. Tónleikakappingin Sement.
16-02-2022
Katrin Joensen-Næs og Birgir Kruse ummæla TROM
15-02-2022
Vit mugu støðugt viðgera menningina innan heimspolitikk og miðlar fyri at fata og handfara hana, sigur danski sjónvarpsverturin Clement Kjersgaard.
14-02-2022