Nón

Øll kenna sangin í 9. Symfoni
11-01-2019
Hetta sigur Bernharður Wilkinson, nú Føroya Symfoniorkestur fer á pallin við 9. Symfoni Ludvig van Beethoven

Stórt orkestur, einir 80 sangarar og fýra kendir útlendskir solistar mynda Føroya Symfoniorkestur, sum fer á pall við 9. Symfoni Beethoven leygarkvøldið 16. februar.
Fýra solistar verða á palli og teir eru Sergej Semishkur, ið er tenor solistur; Herdis Anna Jónasdóttir og Susanne Elmark, ið eru sopran solistar; og Angelika Wagner, ið er solistur á hørpu.
9. Symfoniin er hin seinasta, ið Ludvig Van Beethoven skrivaði, og hon varð skrivað gjøgnum fleiri ár, samstundis sum Beethoven var vorðin blindur. Hetta er eisini ein hin kendasta symfoniin yvirhøvir.
Vit tosa við Bernharður Wilkinson, ið stjórnar Føroya Symfoniorkestri, Andreu Heindriksdóttir, ið spælir floytu, Tóru Vestergaard, ið er kórleiðari, og Ólav Jakobsen, ið sigur okkum um tónaskaldið og verkið.
Tú kanst hoyra frásøgnina um 9. Symfoni her - og tað er við tónleikabrotum!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022