Nón

Føroyar og ES kunnu samstarva um ymisk viðurskifti
15-01-2019
Samstarvið millum Føroyar og ES hevur serliga verið um fiskivinnu og handil. Men til ber at samstarva um annað, sigur Kate Sanderson, ráðgevi í UVMR

Samstarvið millum Føroyar og Evropasamveldið er grundað á tríggjar sínámillum sáttmálar, sum snúgva seg um ávikavist fiskiveiðu, handil og gransking. Fáar avmarkingar eru fyri innflutningi av vørum úr ES til Føroya. Men tá talan er um atgongd fyri føroyskar vørur til ES marknaðinum eru undantøk og avmarkingar á landbúnaðar- og fiskivinnuøkinum, og landsstýrið virkar áhaldandi fyri at betra marknaðaratgongdina fyri fiskavørur til evropeiska marknaðin.

Í fjør fóru 44 prosent av okkara útflutningi til ES-lond, og 55,9 til lond uttan fyri ES, tá er talan serliga um fiskavørur til Russlands, men eisini útflyta vit lutfalsliga nógv til USA.
Av samlaða innflutninginum til Føroyar í fjør komu 71,4 úr ES londum, harav 37 prosent úr Danmark, og hini 28,6 prosentini úr londum uttan fyri ES.

Men til ber at samstarva um fleiri onnur viðurskifti enn handilsviðurskifti og fiskivinnu, og tað kann verða við til at víðka sjónarringin hjá ES um Føroyar, og møguliga gera tað lættari at samráðast um eitt nú nýggja handilsavtalu við ES. Hetta arbeiðir landsstýrið við, sigur Kate Sanderson, ráðgevi hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Kate Sanderson var eisini í fleiri á sendikvinna Føroya í Brússel, men flutti aftur til Føroya í heyst. Hon vísur á, at eitt nú ber til at samstarva um útbúgving og grøna orku, sum fleiri lond í ES hava stóran áhuga í.

Sendistova Føroya til Evropasamveldið hevur sum uppgávu at virka Føroyum til frama á evropeiska meginlandinum, og og sendistovan røkir sambond við avvarðandi myndugleikar í ES í samstarv við ráðini í Føroyum.

Nón tosaðu við Kate Sanderson um sambandið millum Føroyar og ES, og hvussu hetta samstarvið og sambandið er skipað, nú fokus er á ES, tí Bretland ætlar sær úr samveldinum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022