Nón

Samró og Skaale skifta orð um ES
16-01-2019
JA ella NEI til ES. Spurningurin verður settur Sjúrði Skaale og Hanusi Samró í hesum kjakinum

Brexit hongur í leysum lofti, nú Theresa May, forsætisráðharri, hevur fingið Undirhúsið í Westminster ímóti sær í skilnaðaravtaluni við Evropasamveldið.

Hvussu er í Føroyum. Føroyar avgjørdu ikki at fara upp í EEC fyrst í 1970-árunum, tá ið Bretland annars fór uppí. Og síðan hevur semja verið um, at ES er ikki fyri okkum. Men er tað gott, um ES syndrast? Og hvørjar eru hugsjónarligu grundirnar fyri at vera fyri og ímóti?

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur skrivað bóklingin "Ja til Evropa", og Hanus Samró, skrivari hjá Fólkaflokkinum, hevur skrivað bókina "Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF".

Teir báðir kjakast um fyrimunir og vansar við Evropasamveldinum og ES-limaskapi.

- ES er fantastiskt, og tað er ein katastrofa, um ES dettur sundur, sigur Sjúrður Skaale.
- Eg eri ikki bangin, um ES syndrast, sigur Hanus Samró.

Hanus Samró er ímóti ES. Sjúrður Skaale er fyri. Men teir eru samdir um, at so leingi ES stýrir við tí felags fiskivinnupolitikki, sum nú er, ber illa til hjá føroyingum at fara uppí.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022