Nón

Nón 22.01.19 - TemaTýsdagur um ung í Føroyum
22-01-2019
Vit hitta eitt nú ung í Húsinum í Klaksvík og ung ítróttarfólk, og hava beinleiðis orðaskifti í útvarpsstovuni millum ung

Leygarkvøldið vóru vit á gátt í Húsinum í Klaksvík, har vit hittu fleiri ung millum 13 og 17 ár. Vit tosa við Evu N. Djurhuus, 13 ár, Anitu Vágsá, 14 ár, Róa Magnusson, 16 ár, Eli Ragnarsson, 17 ár, Ingun Nord Olsen, 16 ár, Una Sigurðsson, 16 ár, og Hóra Skaale, ið er 14 ár.
Firouz Gaini hevur granskað í ungdómsmentan og ungdómsviðurskiftum. Vit práta við Firouz um ungdómslív í Føroyum.
Tey ungu, sum íðka ítrótt, eru mong í tali. Vit vitja í Hoyvíkshøllini, har vit hitta ungu leikararnar Sakaris Sakarisson og Høgna Gaard, og venjaran Sonna Larsen.
Hvussu er at flyta til Spania einsamøll á ungum árum? Vit spyrja 23 ára gomlu Eyðvør Klakstein, ið sum 19 ára gomul flutti til Spania.
Millum ungfólk er hetta at stroyma tónleik eitt sera vanligt fyribrigdi. Men tað eru eisini ung, sum hava tokka til vinyplátuna. Og ein teirra er 14 ára gamla Bjørg Østerø.
Sum svimjari telist 18 ára gamla Signhild Joensen millum fremstu ítróttarfólkini í Føroyum. Men hvat krevur tað og hvat fært tú aftur, tá tú svimur á so høgum støði?
Hvussu er at vera ung í Føroyum í dag? Vit spyrja Salua Manai og Petur Háberg, ið starvast á Margarinfabrikkini í Havn.
Hvørjar eru høvuðsavbjóðingarnar hjá ungum í dag? Hendan og aðrar spurningar venda vit saman við Ásvør Skaalum, sum er sálarfrøðingur á Miðnámsskúlanun á Kambsdali.
Og hvat siga tey ungu sjálvi um at vera ung í Føroyum í dag? Beinleiðis orðaskifti millum Rannvá Eyðunardóttir, Hera Danielsen og Rók Herup Olsen.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022