Nón

Fantastiskt at sleppa út aftur í havan
15-03-2019
Nógvir urtagarðseigarar kenna helst gleðiskensluna av at sleppa í urtagarðin eftir ein langan, myrkan vetur. Sigrid Vang er ein av teimum.

Við tjøldrunum kemur ljósið, og við ljósinum og sólini fer alt at grógva, spíra, spretta og næla.

Og við gróðrinum kenna nógvir havaeigarar við grønum fingrum helst gelðiskensluna av aftur at sleppa út aftur í urtagarðin at saga, klippa, grava, hugna sær og seta niður, aftaná ein langan og myrkan vetur.
Ein av hesum havaeigarunum er Sigrid Vang, sum saman við manninum, hevur ein stóran og vakran urtagarð á Oyrarbakka.

Sigrid Vang heldur, at tað er ein gleði at seta niður, og síggja plantur, blómur, trø og runnar spíra og grógva. Fleiri plantur hevur Sigrid fingið frá familju, vinum og kenningum, og hugsar hon um tey, tá hon gongur runt í havanum.
Urtagarðurin er eisini eitt frístað hjá Sigrid har ferðin ferð niður, og til ber at njóta einføldu og upprunaliga náttúrunmegina. "Tað er gott at síggja, at tað er ikki alt, ið vit kunnu stýra", heldur hon.

Vit fara eisini ein túr á Gróðurstøðina í Hoydølum, har vit tosa við Raul Dam røktarleiðara um, hvat vit kunnu gera í urtagørðunum hesa ársins tíð.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022