Nón

- Ymiskleikin er avgerandi
15-03-2019
Jóhannes Jensen stýrir 34 fyritøkum og omanfyri 200 starvsfólkum, sum umsita fyri meira enn 100 milliónir krónur.

- Vit skulu ikki hava fleiri av tí sama, men bara eina av hvørjum.

Jóhannes Jensen er stjóri í Gist&Vist, sum hevur eina ørgynnu av matstovum undir sær. Ein teirra, KOKS, fekk tvær Michelin-stjørnur herfyri, og sambært stjóranum fer tað at kasta góðar 50 milliónir krónur av sær til føroyska samfelagið. 

Fyri hann er tað umráðandi, at matstovurnar hjá Gist&Vist hava ein føroyskan samleika, og at tær hvør sær hava okkurt serstakt at bjóða.

Samstundis sum eyðkennið er føroyskt, hava tey fólkini, sum koma uttaneftir, nógv at siga fyri ymiskleikan.

- Tey hava nýggja vitan, tey hava nýggjar førleikar, tey eru arbeiðssom og hava høgan arbeiðsmoral. Nógv av teimum duga øgiliga væl, og vit høvdu ikki havt ta fyritøkuna, vit hava, uttan hesi, sigur Johannes Jensen.

Men hvussu stýrir tú so nógvum fyritøkum. Hvørji virði hevur Johannes Jensen. Og hvør er hansara bakgrund.

Hoyr áhugaverdu samrøðuna við Johannes Jensen, sum var gestur í Nón.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022