Nón

Tann góði lærarin brynjar børn til lívið
21-03-2019
Herálvur Jacobsen var hósdagsgestur í Nón

Tað kann næstan vera ræðandi at hugsa um alt tað, sum ein lærari skal duga og megna.

Tað sigur Herálvur Jacobsen, sum eftir níggju góð ár sum formaður í Føroya Lærarafelag nú mynstrar av. Lærarin skal vera eldhugaður, og hann skal brenna fyri sínum faki. Hann skal duga at fáa samband við næmingarnar, fáa teir at luttaka í orðaskifti, og hann skal duga at leiða flokkin, so at dygdargóð undirvísing spyrst burturúr.

- Fólkaskúlin skal ikki bara brynja næmingar til víðari útbúgving, men til at megna sjálvt lívið, sum tey skulu liva frameftir. Og tann uppgávan má takast upp til kjak javnan millum skúlafólk og politikarar, sigur Herálvur Jacobsen.

Herálvur Jacobsen var hósdagsgestur í Nón. Hoyr prátið við Herálv, har vit eisini koma inn á hansara tíð sum næmingur í Sørvágs skúla, um hansara besta lærara og um hansara áhuga fyri tónleiki, bókmentum og annað mangt.

Sendingin kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022