- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Vit eru í einum politiskum valári, og áðrenn tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, bjóða vit formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir.
Gesturin hesa ferð er Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
Dag og dagliga hoyra og síggja vit illsinnisgleps úr ymsum heraðshornum um okkara politikarar, tí teir keglast og kjakast um politisk mál, sum vit so kunnu vera samd ella ósamd um. Men kanska eru teir ikki so heilt galnir kortini.
Tað politiska kann eisini blíva nokk so persónligt; men hvør er so politikarin aftan fyri politikkin? Vit gera eina roynd at koma aftur um barrikadurnar hjá tí politiska menniskjanum.
Hvørjir eru teir, hvaðani kemur politiski áhugin frá, og hví vilja teir valdið. Hvussu er tað politiska menniskjað. Formaðurin fær eisini nakrar øðrvísi avbjóðingar, eins og tosað verður um politisku skránna upp undir valið.
Triðja sendingin um politiska menniskjað kann hoyrast her.