Nón

Lívsjáttandi, men hart
02-05-2019
Dansur er fantastiskur og lívsjáttandi, men at dansa á elitustøði er eisini sera krevjandi, sigur Luisa Sofía Eliasen, fyrrverandi elitusportdansari

Dansifrøði hevur í fjørheyst og í vetur skipað fyri skeiðum í latínamerikanskum dansum. Og í gjár byrjaðu summarskeið í latínamerikanskum dansum fyri ávikavist børn, ung, kvinnur og pør, sum verða hóskvøld í mai og juni.

Undirvísari er Luisa Sofía Eliasen, sum hevur dansað síðani hon var heilt lítið, og sum er fleirfaldaður barna- og junior Danmarksmeistari í sportdansi.

At dansa er fantastiskt og lívsjáttandi og gevur eina góða kenslu í kroppinum, heldur Luisa Sofía. Men at dansa sportdans á elitustøði er eisini sera krevjandi og hart, og kann hava neiligar fylgjur, vísur hon á.
Luisa Sofía er 20 ár, men tá hon var umleið 15, noyddist hon at gevast at dansa á elitustøði, tí kroppurin ikki kláraði meira. Hon fekk skaðar í bæði knøum og mjødnini og rygginum. Nú undirvísur hon í dansi, og ætlar hon sær at fara undir útbúgving næsta ár.

Pápi Luisu Sofíu er føroyskur, mamman er úr Peru, og hon er uppvaksin í Aarhus í Danmark. Uppvøkstur hennara er sostatt myndaður av trimum sera ymiskum mentanum, og hevur hetta eisini verið við til at myndað hana sum menniskja. Millum annað hevur upprunin úr Peru helst havt við sær, at henni altíð hevur dámað sera væl latínamerikanska rútmur og at dansa, og hesin uppruni hevur samstundis givið henni disciplin, vísur hon á.

Vit tosa við Luisu Sofíu um hennara lív við dansi, og hvussu tað er at vaksa upp við trimum rættiliga ymiskum mentanum, tí føroysku, tí perusku og tí donsku mentanini.

Til ber at lesa meira um skeiðini í latínamerikanskum dansi á www.dansifroi.fo.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022