Nón

Elinborg Lützen 100 ár
10-05-2019
Í dag kl. 16 letur stóra heiðursframsýningin fyri Elinborg Lützen upp á Listasavni Føroya

Hon telist millum størstu føroysku listafólkini, og eitt nú høvdu bæði Mikines og Janus Kamban stóra virðing fyri henni. Og 26. juli eru 100 ár liðin, síðani Elinborg Lützen varð fødd.
Elinborg Lützen, sum leingi var einasti føroyski grafikarin, fór í 1937 til Keypmannahavnar, har hon næm sær útbúgving á Tegne- og Kunstindustriskolen for Kvinder. Um hetta mundi búði hon saman við listarmanninum Sámal Joensen Mikines, sum hon giftist við í 1944, Í 1947 flytur Elinborg Lützen aftur til Føroya, og í 1952 verða hon og Mikines skild.
Sum grafikari og listarfólk er Elinborg Lützen heilt sín egin, og við sínum verkum,, har myndaevnini eru bæði heimlig, trøllslig og ævintýrkend, prógvar hon sín stóra ans fyri tí listarliga, samstundis sum handverkið er framúrskarandi.
Samrøðan við Nils Ohrt um Elinborg Lützen kann hoyrast her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022