Nón

Nón 14.05.19 - Tematýsdagur um Fólkatingið
14-05-2019
Hví eru Føroyar umboðaðar á Fólkatingi? Søga og perspektiv um føroysku fólkatingsumboðanina

Fólkatingsvalið nærkast, men hví eru Føroyar yvirhøvir umboðaðar á Fólkatingi?

Vit lýsa fólkatingsumboðanina úr søguliga horninum, tá Erling Isholm, søgufrøðingur, vitjar um runda borðið.

Hvør er áhugin fyri fólkatingsvalinum millum bæði veljarar og valevni, er ein av yvirskriftinum, sum vit viðgera saman við Una Holm Johannesen, stjórnmálafrøðingi.

Seinnapartin í nítiárunum arbeiddu Kári Durhuus og Per Højgaard sum journalistar á Fólkatingi. Vit fara eitt nú at fregnast um hetta serliga journalistiska arbeiðsplássið, tá Kári Durhuus kemur á gátt.

"Tá ið føroyskir fólkatingsmenninir avgera danskan politikk!" Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard hava báðir sitið á Fólkatingi. Og við bæði einum løttum og seriøsum tóna skifta teir orð um tíðina á danatingi.

Eitt er føroyska fólkatingsvalið, men hvat myndar tað danska? Vit spyrja Kaj Joensen, sum hevur sína dagligu gongd sum journalistur á Christiansborg.

Tú kanst hoyra sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022