Nón

Nón - 29.05.2019
29-05-2019
Summarframsýningar á Steinprenti og í Klaksvík, Whale War eftir Edward Fuglø, ummæli av bókini um Regin Dahl, og vit minnast I. M. Pei

Í dag vitja vit tvær summarframsýningar: My own space í Steinprenti og Summarlist 2019 í Posthúskjallaranum í Klaksvík.
Í Steinprenti hitta vit Kinnu Poulsen, ið hevur sett framsýningina upp, og tað verður fyrst í sendingini.
Í byrjanina av seinra tímanum fara vit til Klaksvíkar, har vit hitta Jórun Høgnesen, sum hevur sett upp framsýningina Summarlist 2019 í Posthúskjallaranum.
Eisini hitta vit Edward Fuglø, fjøllistarmann, ið eigur eitt av høvuðsverkunum á Summarlist 2019, nevniliga 5 metrar stóru installatiónina Whale War.
Knút Háberg Eysturstein lat herfyri bókina Heimurin, ið hvarv - sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin úr hondum. Jógvan Isaksen ummælir nýggja verkið.
4. september eru 140 ár liðin síðani tónaskaldið og listamálarin Jógvan Waagstein varð føddur, og í hesum sambandi verður skipað fyri einum serligum hátíðarhaldi í Klaksvík fríggjadagin, tá ein bringumynd av Jógvani Waagstein verður avdúkað í nýggju lundini í miðbýnum í Klaksvík.
Vit fregnast um skránna, samstundis sum vit eisini hitta sytskini Gullu Øregaard og Eyðun Waagstein, ið eru abbabørn hjá Jógvani Waagstein.
Fyri sløkum tveimum vikum síðani andaðist heimskendi arkitekturin I. M. Pei - 102 ára gamal. Og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, minnast vit I. M. Pei, ið óiva er mest kendur fyri at hava teknað glaspyramiduna til Louvre listasavnið í París.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022