Nón

Nón - 18. september 2019
18-09-2019
Bókatáttur í fyrra tímanum, og arkitekturur, sjónleikur og mentanarálmanakki í tí seinra

Í dag eru tvær bøkur á skránni við tveimum felagsnevnarum. Rithøvundarnir eru báðir debutantar. Og so er deyðin hjartatátturin í báðum bókunum.
Margit M. Baadsager hevur útgivið dagbókina "Góða systir", sum eru skrivað í sambandi við sjúkugongdina hjá systrini Arnvør. Vit tosa við Margit, og Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, ummælir bókina.
Solby Christiansdóttir hevur skrivað skaldsøguna "Gloymdur", sum ferðast einastaðni á markinum millum fiktón og fakta. Vit tosa við Solby um nýggju bókina.
Í seinra tímanum hitta vit sjónleikaran Hannes Óla Ágústson, sum framførdi leikin "She's my father" í Føroyum. Leikurin snýr seg um pápan, sum brádliga skifti kyn og bleiv kvinna.
Vit fara eisini á vitjan í nýggja Musikkskúlanum í Havn, har Albert Isfeld, arkitektur, fer at ummæla skúlan úr arkitektoniska sjónarhorninum. Eisini hitta vit arkitektin Mayfinn Norðoy, sum hevur teknað skúlan, eins og vit eisini tosa við børn og lærarar.
Og so fara vit hvønn mikudag at enda við mentanarálmannakkanum komandi vikuna.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022