- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Vit støkka inn á gólvið hjá Beggu Ellingsgaard, har vit hittu vinkonurnar Beggu og Elsebeth.
Vit hitta eisini Kenneth Bærentsen, sum saman við sínum vinfólkum, raðfesta samanhaldið so mikið høgt, at tey hava sett vinarlagið í fasta skipan.
Vinaløg og samvera eru í nógvum førum ein fortreyt fyri at tú kanst koma í javnvág sum menniskja, sigur ráðgevin og kveikjarin Poul Jákup Thomsen, sum vit hittu í felagshølunum hjá Bátafelagnum.
Hvat eru vinir, hví er umráðandi at hava vinir, og hvat hendir, um vit ikki hava vinir. Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingi, Bergi Debes Joensen, presti, og Suna Poulsen, sálarfrøðingi.
Tað longsta tíðarskeiðið vinkonurnar Sissal og Marita ikki hava havt samband - antin sæst, tosa í telefon ella seinnu árini havt netsamband - seinastu 35 árini, er tríggjar vikur (Í sendingini verður sagt, at tær hava sæst í minsta lagi 3. hvørja viku, men hetta er ikki rætt). Orsøkin til, at tær gjørdust hjartavinkonur, er at tær báðar vóru eitt sindur av tveimum "outsidarum", tá tær hittust.
Hoyr allan tematýsdagin um vinaløg.