Nón

Søgur úr býnum hjá Jón
17-10-2019
Jón Thorsteinsson debuterar við stuttsøgusavni, har ein ávísur býur í Føroyum er karmurin

- Hetta er ein fiktionaliserað útgáva av Havnini, men tittulin er eisini ein tilsiping til leysasøgur, sigur Jón Thorsteinsson.

Havnin er karmurin um søgurnar í nýggja stuttsøgusavninum hjá Jón Thorsteinssyni: Søgur úr býnum. Hann brúkar hvørki staðarnøvn ella bygningar, men hann hevur fingið íblástur frá heilt ítøkiligum støðum, sum fólk møguliga kenna aftur.

Har er ein ørgrynna av persónum í bókini. Høg og lág. Fólk, sum flóta omaná, og fólk, sum eru dottin niður ímillum. Fólk, sum ikki kenna hvønn annan frammanundan og koma í hóslag við hvønn annan. Vegir krossast. Tilvildarliga. Og onkrir persónar ganga aftur í fleiri stuttsøgum, sum kortini kunnu lesast púra leysar av hvørjari aðrari.

- Eitt nokk so stórt evni í bókini eru viðurskiftini millum mann og kvinnu í ymsum brigdum - bæði tá tað gongur hampuliga væl, og tá tað er farið á glið. Eitt annað evni eru ymsir lívsstílar og sosialir munir millum fólk. Men so eru eisini meira álvarslig og dapur evni, so sum disfunktionalitetur, alkoholmisnýtsla, neyðtøka og harðskapur, sigur Jón Thorsteinsson.

Hetta er fyrsta bókin hjá Jón, sum tó hevur havt stuttsøgur í bæði Vencli og Varðanum. Hoyr samrøðu við Jón her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022