Plátubarrin

TEMA: Daft Punk og "Random Access Memories" 2013
21-06-2018
"Get Lucky" og "Lose Youself to Dance" er størstu hittini á útgávuni, hjá hesari fronsku duettini.

Amerikanararnir "Nile Rodgers", Pharell Williams o.a. vóru gestatónleikarar og -solistar. Farið var eftir einum seint-sjeytiárini soundi, ið Nile Rodgers kundi umboða við sínum royndum frá Chic, Sister Sledge, o.ø.

Eyðkennistónarnar hjá Plátubarrini eru frá einum staklag í 1995, "Da Funk", hjá franska bólkinum "Daft Punk".

Daft Punk er ein elektronisk duett, ið fyrst og fremst ger og spælir sín tónleik á synthezisara. Daft Punk varð stovnaður í 1993 og fyrsta staklagið, The New Wave, var til taks árið eftir, 1994. Fyrsta albumið hjá bólkinum, Homework, har eyðkennislagið eisini er á, varð givið út í 1997 og tilsamans hevur bólkurin gjørt fýra vanlig studioalbum; eina útgávu við uppruna-filmtónleiki, umframt savns- og konsertútgávur. Og tá eru stakløgini ikki nevnd, ið mangan eru ein fortreyt fyri at selja móðurplátuna.

Eftirgjørdu sangljóðini verða gjørd við einum sokallaðum vokodara. Ljóðið verður minni og kensluleysari, júst sum vit kenna tað frá robottum. Tað er líkasum meginreglan hjá Daft Punk, at allur sangur fer gjøgnum ein vokodara, og alt verður spælt við synthezisara. Men á fjórðu útgávuni í 2013 var ætlanin ein heilt onnur. Bæði vokadarar og synthezisarar verða nýttir á "Random Access Memories", men í nógv minni mun enn á undanfarnu útgávum. Her eru tónleikarar, ein ørgrynna av gestasangarum og -intstrumentalistum úr ovastu dygdarskuffu. Ein trummusláari á "Off The Wall" Temaplátuni hjá MJ er við, heimsins kendasti rútmugittaristur, Nile Rodgers spælir á trimum løgum, seks forsangarar taka lut og syngja í flestu førum, sum teir vanliga gera, tó onkur nýtir vokodaran, sum eg kundi lagt afturat er ein av teimum gomlu og ikki ein, sum er innbygdur í ljómborð, ið er tað vanligasta hjá Daft Punk.

Nile Rodgers úr Chic varð uttan iva boðin við, tí útgávan skuldi vera ein kvøða til amerikanska dance-tónleikin í seinnu helvt av 70unum og 80unum, tó vit kunnu siga, at her hittast nútíð og tátíð, og nakað av tí besta kemur burtur úr. Eisini er Europa umboðað við bæði Giorgio Moroder og Kraftwerk-ávirkan. 

Temaplátan í Plátubarrini, "Random Access Memories", er ein hittpláta, ið var nummar eitt á øllum teimum vesturlendsku hittlistunum í 2013, einamest tí løgini "Get Lucky" og "Loose Yourself to Dance" eru á henni. Tann millum ungdómin sera kendi Pharell Williams sang bæði hasi. Eg kundi lagt afturat, at ikki øll stakløgini verða tikin við í tematáttin. "Instant Crush" fer at liggja eftir, album-lagið "Motherboard" verður heldur ikki spælt, meðan onnur løg verða stytt nógv - millum annað tí tey antin eru ov drúgv ella í støðum høvdu havt gott av at verið stytt - sambært vertinum, altso.

"Random Access Memories" frá 2013 er ein rættiliga sjáldsom útgáva, tí hon er bæði fyri ung og tilkomin. Hon er modernað, men eisini umboðar hon stílir, ið vóru frammi fyri bæði 30 og 40 árum síðan. 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Hetta er tann næstbest umtókta av 'stóru' útgávunum hjá Survivor, og tann fyrsta við Jimi Jameson á forsangi. Eitt lag er 'Popular Girl'.
18-11-2023
Fyrsta albumútgávan hjá amerikansku Cyndi Lauper, sum framvegis er hennara mest keypta. Hetta er samtíðarpoppur við løgum sum 'Girls Just Wanna Have Fun' og 'Time After Time'.
11-11-2023
'Eyes Without a Face' og' Rebel Yell' eru rokk-klassikararnir frá hesum album, tó onnur løg eisini svinga væl. Talan er um aðru solistútgávu Idols.
06-11-2023
Frá løgum sum 'Can't Let You Go' og 'Street of Dreams' hevur Bent Out of Shape sera stóra undirtøku í Føroyum. Útgávan er ein av væl lagaðu varðunum í áttatiárarokkinum.
28-10-2023
Talan er um fyrstu heildarútgávuna hjá danska rokkbólkinum, Bloody Dice, har føroyingurin, Dagfinn Joensen, er sangari. Albumið kallast eisini Bloody Dice.
28-10-2023
Modern Talking sangarin, Thomas Anders, vitjar Summarfestivalin '23. Har fer hann at syngja løg sum 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady'.
07-05-2023
Útgávan var eitt slag av nýggjum framhaldi hjá Elton John hvørs fýra album undan hesum ikki høvdu havt tær stóru landaplágurnar. Øðrvísi var við 'Too Low For Zero' í so máta.
06-05-2023
Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Shakatak, ið spælir eitt slag av funk-jazz-poppi. Heitislagið á plátuni er eisini bólksins stóri poppklassikari.
29-04-2023
Talan er um tað stóra heimsgjøgnumbrotið hjá AC/DC úr Australia. Heitislagið var tað stóra hittið, meðan 'Night Prowler' elvdi til øsing í samband við deyðsfall í Amerika.
22-04-2023
Talan er um frumplátuna hjá Annifrid, Benny, Björn, og Agnethu, áðrenn bólkurin varð nevndur Abba. 'Ring Ring' verkið varð ikki givið út í stórum londum sum USA og Bretlandi.
15-04-2023
'Total Eclipse of the Heart' er berandi lagið á hesi fimtu útgávuni hjá Bonnie Tyler, sum nú hevur fjøruti ár á baki. Øll løgini verða spæld í táttinum.
08-04-2023
Tann seinasta sjeytiáraúgávan við kendastu Deep Purple manningini; Gillan, Blackmore, Lord, Paice, Glover. Kendasta lagið er 'Woman from Tokyo'.
01-04-2023