Stílurin eftir Fjøllini dansa

Hvørja viku fara Fjøllini Dansa at gera eina myndrøð av einum persóni, sum tey halda, hevur feitan stíl. Hesa vikuna er tað 23 ára gamla Milja Hanusardóttir.

 

Hvussu sær ein vanligur morgun hjá tær út?
Ein vanligur morgun hjá mær er sjáldsamur, allir tykjast nýggir og á ein ella annan hátt avbjóðandi frá sjónarhorninum frá songini. Men so ringir vekjarin fyri fjórðu ferð, og dagsins maraton er sett í verk! Aftaná at hava verið undir brúsuni og at hava bustað tennirnar eru undirklæðini komin á, og lørini eru nú klár at prýða. Ígjøgnum árini hava sokkabuksurnar tað lættari við at glíða uppá sítt pláss, men tó kemur fyri, at bein og buksur hava hvør sína ætlan. Síðan er niðurdeilurin á skránni. Hettar gongur skjótt, tó eftir 2-5 toppar er eins skjótt at broyta meining. 2-3 niðurdeilar, 10 toppar, nakrar perlur, eitt belti, eyka sokkar, deiligt smyrls og tímar seinni... hevur tú eina Milju.

 

Hvar dámar tær best at keypa klæðir?
Kann ikki nevna nakað ítøkiligt stað, so: Allastaðni og ongastaðni. Eg keypi, sum eg eti... við eygunum!

 

Hvat plagg fert tú ongantíð at blaka vekk? 
Út frá lutfallinum kann eg loyva mær at siga, at plaggið er svart!

 

Hvørjum kendum persóni hevði tú viljað fingið klædnaskápið frá? 
Gandhi. Valdi viðkomandi fyri ein meira avslappandi stíl + ein kápa ella tvær eru heldur ikki so galnar, tá sólin kagar undan Nólsoy.

 

Tekstur og myndir: Fjøllini Dansa, Una Nielsdóttir Galán

Publish: 
Mikudag, July 31, 2013 - 15:00
Cover Image: