Stílurin eftir Fjøllini dansa: Sára Kvilt Lindberg

Hvørja viku fara Fjøllini Dansa at gera eina myndrøð av einum persóni, sum tey halda, hevur feitan stíl. Hesa vikuna er tað 18 ára gamla Sára Kvilt Lindberg úr Tórshavn, ið gongur á Føroya Studentaskúla í Hoydølum.

 

Myndir og tekstur: Una Nielsdóttir Galán

info@roddin.fo

 

Hvussu lýsir tú best tín klædnastíl?

Eg havi ikki rættiliga nakran ávísan klædnastíl, mær dámar so nógv ymiskt. Eg elski at vera fín, so mann kundi væl sagt, at mín stílur er eitt sindur fínur í tí. Eg veit ikki, hvussu eg skal lýsa mín stíl, men sum sagt so dámar mær so nógv ymiskt, og onkuntíð havi eg ringt við at seta nakað saman. Tað hevur eisini nógv at siga, hvørjum lagi eg eri í, so sær mann tað eisini á klæðunum.

 

Hevur tað nógv at siga fyri teg, hvussu tú sært út?

Ja, heilt bestemt. Eg elski at pynta mær, og eg elski at shoppa. Eg haldi, at stílur er nakað persónligt, tað er ein máti at útrykkja seg uppá, mann sær eisini á einum persóni, hvør hann er, tá man hyggur eftir hvørjum klæðum, hann gongur í.

 

Hvar dámar tær best at keypa klæðir? Er tað nakað, tú gert nógv av?

Eg havi ikki orduliga nakað yndismerki ella yndishandil. Eg keypi tað, sum mær dámar og líkamikið við hinum. Men býurin, ið mær dámar best at shoppa í, er heilt sikkurt London! Og teir flestu pengarnir fara uppá klæðir, so tað kann man væl siga, at eg geri nógv av.

 

Hvaðani fært tú íblástur?

Mær dámar væl at hyggja at klæðum á netinum og at lesa mótabløð, so eg vildi sagt, at eg fái mín íblástur har frá. Sum eg segði áðrenn, so havi eg ofta ringt við at seta klæðir saman, tí at eg havi so nógv ymiskt, sum ikki riggar saman, so sum oftast hoppi eg bara í okkurt og hey, so sá tað ikki so galið út kortini.

Publish: 
Mikudag, August 14, 2013 - 15:00
Cover Image: