Listafólkið: Saga Kapna

19 ára gamla Saga Kapna hevði verk við bæði á Várframsýningini og á Ólavsøkuframsýningini í ár. Í løtuni gongur hon í 1. HF í Danmark og teknar og málar nógv afturat skúlanum.

 

Um list sína sigur Saga:

 

- Eg máli og tekni næstan bara portrettmyndir. Tað havi eg altíð gjørt, tí kenslurnar í einum andliti broytast fulkomiliga, tá ein leggur afturat/tekur frá tí minstu strikuna, og tað haldi eg vera øgiliga spennandi.

Í løtuni royni eg at skapa myndir við einum motivi, sum kontrasterar ímóti sínari bakgrund. Um tað so er millum tað lidna og ólidna ella millum realismu og stíliseraðum grafikki. Uppá ein máta at blanda dimensjónirnar, so eitt motiv ikki er í sínum vanliga "umhvørvi", sjálvt um motivið enn er í focus. Samstundis royni eg meg fram, so kanska eg tekni okkurt heilt annað í næstu viku. Hvør veit.

 

Síðsta myndin er av Sagu sjálvari.

Skrivari: 
Eir Nolsøe
Publish: 
Mánadag, September 2, 2013 - 23:00
Cover Image: