Stílurin eftir Fjøllini Dansa: Høgni Jákupsson

 

Hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 16 ára gamli Høgni Jákupsson, sum er avmyndaður. 

 

Hvussu sær títt klædnaskáp út?

- Klædnaskápið er rímiliga stórt, fýrkantað, hvítt og keðiligt. Tað er eftirhondini nokkso gamalt, men í løtuni eri eg í gongd við at skifta kamar, og tískil fái eg eitt nýtt skjótt.

 

Kanst tú stutt lýsa tín klædnastíl?

- Myrkar, strammar buksur og okkurt eitt sindur stórt ella leyst til yvirkroppin. Gjarna okkurt behagiligt.

 

Hvat er eftir tínari hugsan tað kulasta, tú gongur í?

- Eg veit so at siga ikki, hvat eg haldi vera tað "kulasta", men út av øllum dámar mær serstakliga væl mína svørtu t-shirt við hvítum mynstri.

 

Nær kennir tú teg ikki væl klæddan?

- Tá ið eg eri til arbeiðis í Burger King.

 

Hvat kundi tú ongantíð funnið uppá at farið í?

- Crocks.

 

Hvat plagg ynskir tú tær beint nú?

- Har er so nógv, eg kundi hugsað mær beint nú, men eitt plagg frá Pray For Paris ella Comme des fuck down hevði eg verið super glaður fyri.

 

Myndir og tekstur: Alda Mohr Eyðunsdóttir/ Fjøllini Dansa

Publish: 
Týsdag, September 3, 2013 - 23:45
Cover Image: