Markleys útbúgving 2013

Í dag var árliga tiltakið Markleys útbúgving í Norðurlandahúsinum. Anna Maria Dam Ziska var á staðnum og tók nakrar myndir. Eisini prátaði hon við nakrar av luttakarunum um tiltakið.

 

Hørður Askham, 19 ár, Handilsskúlin í Tórshavn.

 

Hvat heldur tú um dagin inntil víðari?
- Hann hevur verið ordiliga áhugaverdur. Mann lærir nógv av at vera til fyrilestrarnar.

 

Hvørjum hevur tú lurtað eftir?
- Havi lurtað eftir fyrilestrum um víðari lesna í Noregi, um Námsfrøðiliga útbúgving, KT-verkfrøði, og um víðari lesna í Australia.

 

Hvat ætlar tú tær at gera aftaná skúlan?
- Eg havi ikki funnið útav tí enn. Tí ert tað gott við einum sovorðnum degi, har ein verður kunnaður um útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikarnar.

 

 

Lena Jacobsen, 18 ár, Studentaskúlin í Kambsdali.

 

Hvat heldur tú um dagin inntil víðari?
- Hann hevur verið góður. Áhugaverdir fyrilestrar o.s.fr.

 

Hvørjum hevur tú lurtað eftir?
- Tiltakið er bert komið í helvt, men fyri fyrst havi eg verið og fingið kunning um lesna í Danmark, um at lesa føroyskt á Setrinum og so um Altjóða Skrivstovuna.

 

Hvat ætlar tú tær at gera aftaná skúlan?
- Eg ætli mær at lesa tónleik, og síðani gerast musikskúlalærari.

 

 

Hjørtur á Fløtti, 19 ár, Handilsskúlin á Kambsdali.

 

Hvat heldur tú um dagin inntil víðari?
- Tað hevur verið ein fínur dagur. Alt hevur eydnast væl inntil víðari.

 

Hvørjum hevur tú lurtað eftir?
- Havi lurtað eftir fyrilestrum um at lesa í Stóra Bretlandi og at lesa søgu á Fróðskaparsetrinum.

 

Hvat ætlar tú tær at gera aftaná skúlan?
- Eg ætli mær at arbeiða í eitt ár, og síðani fari eg niður at lesa búðskaparfrøði.

 

 

Publish: 
Týsdag, September 17, 2013 - 15:30
Cover Image: