Stílurin eftir Fjøllini Dansa: Eva Black

Aðru hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað Eva Black, ið er avmyndað.


Lagt til rættis: Una Nielsdóttir Galán 
info@roddin.fo

 

Hvussu lýsir tú tín egna stíl?

- Strammar buksir, leðurjakka, slitna t-shirt, sigarett í hondini (óvani), svartar skógvar. Eitt sindur boheme, eitt indursindur rokaligt/rátt og svart!

 

Um tú kundið nakkað klædnaskápið hjá einhvørjum kendum persóni, hvør hevði tað so verið?

- Uha... har eru nógv lekkur skáp! Men um klæðini hjá Alison Mosshart, Olsen tvillingunum og Erin Wasson fluttu saman, so hevði eg nokk voldtikið skápið!

 

Hvat er títt yndis plagg?

- Mítt yndisplagg má vera ein leðurjakki, men hvønn av teim 10+, dugi eg ikki at siga!

 

Hvat hevði tú ongantíð funnið uppá at farið í?

- Eg hevði ongantíð funnið uppá at farið í hvítar tennis hosur!!!

Skrivari: 
Una Nielsdóttir Galan
Publish: 
Mikudag, November 20, 2013 - 12:15
Cover Image: