Gev vakrastu jólagávurnar í ár

Heldur enn at pakka jólagávurnar inn í sama pappír, sum øll onnur keypa í handlunum, átti tú í ár at gjørt nakað serligt, so gávan verður eins hugnalig at hyggja eftir sum at pakka upp. Röddin kemur her við nøkrum hugskotum til, hvussu hetta kann gerast.

 

Tekstur og myndir: Sanna Nolsøe Djurhuus

 

1. Nýt siropskakufólk úr filti sum gávumerki

Siropskakumenn og kvinnur úr filti kunnu keypast í Tiger, og hesi gera jólagávuna nógv stuttligari. Brúnu gávumerkini at skriva móttakara og gevara á fáast eisini í Tiger. Tá gávurnar eru pakkaðar upp, kunnu siropskakufólkini heingjast á jólatræið.

 

2. Pakka lítlar gávur í tómar vesirullur

Gevur tú eini vinkonu eina maskara í jólagávu, ella fær mamma tín eina varrastift? Legg so hetta lítla tingið inn í eina tóma vesirullu, og pynta so vesirulluna, antin sum jólanissu, jólatræ ella annað stuttligt. Fær onkur okkurt stórt, elektrónisk ting í jólagávu? Snýt tey við at leggja tvey battarí í vesirulluna við einum seðli, sum sigur, hvar tann stóra gávan liggur.

Dugir tú at binda, fæst ein uppskrift til jólamann her

 

3. Ger ein part av gávuni til pappírið

Gevur tú fleiri lítlar gávur til sama persón? Finn ein stuttligari hátt at savna hesar smærru gávurnar saman. Hesi kuffertini frá leikuhandlinum eru ein stuttligur máti at goyma gávurnar, sum liggja inni í, og so er kuffertið partur av gávuni. Ansa bara eftir, at børnini ikki lata kuffertið upp áðrenn jólaaftan.

 

4. Nýt einlitt pappír og prýð tað

Keyp einlitt pappír í bókahandlinum og tekna á tað við litum. Klipp hvítar kavaflykrur og líma tær á gávuna. Finn stuttlig klistrimerki at halda bandinum fast við. Bert hugflogið setir markið, tá tú skalt gera tína jólagávu til flottastu gávuna undir trænum í ár.

 

5. Leita á internetinum

Á internetinum eru fleiri góðar heimasíður við hugskotum til handverk. Tvær av hesum eru Craftgawker.com og Pinterest.com. Leita á internetinum og finn júst tað, sum riggar best til tínar gávur.

Skrivari: 
Sanna Nolsøe Djurhuus
Publish: 
Fríggjadag, December 13, 2013 - 02:30
Cover Image: