Fagnaðarløta fyri Alexanduri Kristiansen

Fagnaðarløta fyri Alexanduri Kristiansen
18-05-2023
Flaggdagin í ár fagnaði Sprotin skaldinum og rithøvundanum Alexanduri Kristiansen við røðum, kórsangi og tónleiki

Tann 25. apríl kom triðja bind í tríbindaverkinum eftir Alexandur Kristiansen út. Bindið eitur Rímur á reki og fevnir um barnasangirnar og barnarímurnar, hann hevur yrkt, síðan hann gekk á læraraskúlanum.

Tað fyrsta bindið Fjøtrað á flogi fevnir um týddar yrkingar úr øllum heimunum og er eitt savn við alheimslyrikki á føroyskum, og annað bindið Veingir á hæli er hansara egnu yrkingar til vaksin.

Í sambandi við útgávuna skipaði forlagið Sprotin fyri fagnaðarløtu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við røðum, tónleiki og kórsangi fyri Alexanduri Kristiansen, sum hevur verið virkin í hálva øld.

 

Barnarímur og Cohen

Røðurnar halda Dávur Juul, Sirið Stenberg, Martin Næs, Signar á Brúnni og Sámal Matras Kristiansen.

Barnakórini í Fuglafjarðar skúla og Fuglafjarðar sangkór syngja sangir eftir Aleksandur Kristiansen.

Bárður á Lakjuni syngur Tak ein vals, sum Aleksandur Kristiansen hevur týtt úr enskum eftir Leonard Cohen.

Fagnaðarløta fyri Alexanduri Kristiansen

Flaggdagin 2023 fagnaði Sprotin skaldinum og rithøvundanum Alexanduri Kristiansen við røðum, kórsangi og tónleiki.
Flaggdagin í ár fagnaði Sprotin skaldinum og rithøvundanum Alexanduri Kristiansen við røðum, kórsangi og tónleiki
18-05-2023