- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Nýggi Smiril kemur til Føroya í 1932, og tá hann kemur á Havnina, verður hann móttikin við bæði tónleiki og sangi. Og fólk eru á einum máli um at hetta er eitt serstakliga vakurt skip - og ikki minst innan - við stórari kahútt og bleytum sofum og stólum.
Í dag hitta vit Niels Bech, sum - 14 ára gamal í 1956, fór við Smirli sum messudrongur. Eisini hitta vit Ruth Joensen, ið minnist mangan túrin sum barn og ung frá Klaksvík til Suðroyar og til Vágar. Og harumframt fer Einar Larsen at siga okkum um nakað av tí fólkalívi, sum var, tá ið Smiril lá við bryggju á Tvøroyri.
Eisini fer Jógvan Ravnsfjall at siga okkum um søguna hjá Britons Pride og tá ið J. F. Kjølbro fer undir rutusigling í 1935. Og so fara vit aftur at fregnast hjá Álvur Danielsen um mjólkarbátarnar.
Tú kanst hoyra sendingina her!