Havnarmaðurin og heimsborgarin Jóa Pól

Havnarmaðurin og heimsborgarin Jóa Pól (2:2)
27-09-2021
Jóa Pól sigur frá orrustum og hendingum undir seinna heimsbardaga.

Jóa Pól vaks upp í Gongini í Havn og tók við sum fergumaður bara 15 ára gamal, tí pápin druknaði eitt illveðurskvøld.

Sum tilkomin fór hann út í heim at sigla og sigldi bæði undir fyrra og seinna heimskríggi. Hann upplivdi nógv úti í stóru verð - bæði tá tað leikaði hart á undir spanska borgarakrígnum, og tá hann rýmdi úr Casablanca undir seinna heimsbardaga. Hann var við amerikanska herflotanum í Guam og Iwo Jima, tá amerikanarar hertóku Kyrrahavsoyggjarnar, og fegnaðist um sigurin á Japan á dansigólvinum í sjálvum Hollywood.

Tá Jóa Pól kom aftur til Føroya eftir kríggið, hevði hann verið burtur í 10 ár. Hann helt seg tætt at gamla umhvørvinum við Eystaru bryggju og niðri á Reyni og gjørdist aftur ein kend býarmynd í Havn.

Í seinnu sendingini sigur Jóa Pól frá orrustum og hendingum undir seinna heimsbardaga, og vit hoyra um ta ferðina, tá amerikanski sendimaðurin, Val Peterson, í 1960 steðgaði fráferðini hja USS Bristol av Havnini, tí hann vildi heilsa uppá krígsveteranin Jóa Pól.

Havnarmaðurin og heimsborgarin Jóa Pól

Dokumentarisk ljóðmynd um eina sjáldsama og hugtakandi sjómanslagnu. Pól hjá Jóa var bæði ein staðbundin havnarmaður og ein fjakkandi heimsborgari, sum lættliga fann seg til rættis úti sum heima. Á hendan hátt umboðaði hann sjáldsama blandið av heimføðingi og heimsborgara, sum býr í mongum føroyskum sjómanni. Sendingin um Jóa Pól byggir m.a. á samrøðu, sum Niels Juel Arge gjørdi við Jóa Pól í 1957, hugleiðingina "Horvnar Havnamyndir", sum Maurentius Viðstein skrivaði um fergumenninar í Havn sama ár, og frásøgn um krígssiglingina í bókini "Teir Sigldu úti". Magni Arge leggur sendingarnar til rættis, og Finnur Hansen stóð fyri tøkniligu framleiðsluni.
Jóa Pól sigur frá orrustum og hendingum undir seinna heimsbardaga.
27-09-2021
Í fyrru sendingini hoyra vit um fergumenninar í Havn. Jóa Pól sigur frá um Havnina um aldarskiftið og um tey fyrstu árini, hann var til skips og fór út í heim at sigla.
20-09-2021