- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja: Fleiri nýggjar útgávur
22-02-2020
Sending við fólka- og countrytónleiki í útvarpinum leygardagar
Puss N Boots, Charley Pride og Jack Clement.
Vit spæla burtur úr nøkrum nýggjum útgávum, og vit fara ein túr aftur í søguna og brúka høvið til at spæla nakrar sangir hjá Jack Clement. At enda minnast vit Paul English.
Lagt til rættis: Ingi Samuelsen.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.