- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja: Earle og Newbury
30-05-2020
Sending við fólka- og countrytónleiki í útvarpinum leygardagar
Í sendingini í dag hoyra vit mest nýggjan tónleik. Millum annað eina nýggja útgávu við Steve Earle um eina ógvusliga námsvanlukku fyri 10 árum síðani.
Og so viðgera vit eina nýggja útgávu, har Gretchen Peters syngur sangir hjá Mickey Newbury.
Lagt til rættis: Ingi Samuelsen.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.