- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja: Ward Davis, Curly Putman og Hal Ketchum
28-11-2020
Sending við country- og fólkatónleiki í útvarpinum hvønn leygardag
Í Jambalaja í dag skulu vit aftur minnast ein countrysangara, sum er farin foldum frá. Vit minnast eisini fleiri stórar sangskrivarar, ið hava ella høvdu fylt runt, og so lurta vit eftir nýggju útgávuni hjá evnaríka Ward Davis.
Lagt til rættis Ingi Samuelsen.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.