Lyst

Lyst 1
12-01-2018
Kitsch-list í almenna rúminum, ein hollendskur fagottleikari og nýggja býráðshúsið í Gøtu eru tey trý evnini í fyrstu sendingini Lyst.

Í fyrstu mentanarsendingini, Lyst, varpa vit ljós á trý evni.

Fyrsta innslag er samrøða við Kim Simonsen, rithøvund, ið heldur, at alt ov nógv bíleggingarlist í almenna rúminum er tilvildarlig og kitsch.

Í næsta innslagið práta vit við hollendska fagottleikaran, Joost Bosdijk, sum er fluttur til Føroya við føroyska sjeikinum.

Triðja og síðsta innslag er ein rundferð í nýggja býráðshúsinum í Gøtu, sum er listprýtt á ein heldur øðrvísi hátt.

Lyst

Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.

Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.

Hesaferð um filmin Omman, um leikin Deyðadansurin og um I AM, sum ger comeback
08-03-2019
Hesaferð um ætlanina við almennari tónleikaútflutningsstovu, um bólkin Dubium og um film um illar andar í Sjónleikarhúsinum í Havn.
01-03-2019
Hesaferð um listprýðingina á nýggja landsjúkrahúsbygninginum, um moldtúgvur hjá Anný Djurhuus og um 365 tekningar hjá Jan Nystrøm.
22-02-2019
Hesaferð um 24 miseydnaðar føroyingar, Chuck Berry og um synth wave í Vestmanna.
15-02-2019
Hesaferð um Gretu Svabo Bech, Tórshavnar Big Band og Sakaris Stórá
11-02-2019
Hesaferð um einmansleik á Tjóðpallinum, nýggju útgávuna hjá Týr og um framsýningina hjá Silju Strøm í Listaskálanum í Havn.
01-02-2019
Hesaferð um framsýning hjá Rannvá Kunoy, nýggja skaldsøgu hjá Oddfríði Marner Rasmussen og um Symfoniorkestrið.
07-12-2018
Hesaferð um Jól við Løkin, modernaðan dans og um filmskapping hjá Klippfisk
30-11-2018
Hesaferð um uppboðsølu hjá Bruun Rasmussen, um framsýning hjá Øssuri Johannesen og um lívið sum tónleikaframleiðari.
23-11-2018
Hesaferð um dansibandtónleik í Vági, elektroniskan tónleik á Kambsdali og sjónleik úr Suðuroy
16-11-2018
Hesaferð um Kodagrunnin, aldargamlar kinverskar yrkingar og um leik í býráðshúsinum í Gøtu
09-11-2018
Hesaferð eru reportasjur frá trimum venjingum í Havnini - ein jólaleikur á Tjóðpallinum, ein punk-venjing í Margarafabrikkini og Tarira í Finsen
02-11-2018