Lyst

Lyst 6
16-02-2018
Í sendingini hesaferð eru vit í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, vit vitja Óla P og kava niður í myrkið saman við Svartmálmi

Síðani á sumri 2014 hevur gamli skúlin í Tjørnuvík verið brúktur sum listafólkabústaður. Nógv listafólk – bæði føroysk og útlendsk hava nýtt høvi til at búgva í skúlanum, meðan tey hava arbeitt við síni list. Noomi Káradóttir Rasmussen vísir okkum runt í gamla skúlanum. 

Í skikkjum, við málaðum andlitum og huldum røddum lata limir í bólkinum, Svartmálm, dyrnar upp til ein dapran, myrkan og ikki minst gátaføran tónleikaheim.

Og vit vitja eisini 82 ára gamla Óla P, sum framvegis fær fólk upp úr stólinum við sínum tekningum, hóast sjónin nú er farin at bila.

Lyst

Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.

Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.

Hesaferð um filmin Omman, um leikin Deyðadansurin og um I AM, sum ger comeback
08-03-2019
Hesaferð um ætlanina við almennari tónleikaútflutningsstovu, um bólkin Dubium og um film um illar andar í Sjónleikarhúsinum í Havn.
01-03-2019
Hesaferð um listprýðingina á nýggja landsjúkrahúsbygninginum, um moldtúgvur hjá Anný Djurhuus og um 365 tekningar hjá Jan Nystrøm.
22-02-2019
Hesaferð um 24 miseydnaðar føroyingar, Chuck Berry og um synth wave í Vestmanna.
15-02-2019
Hesaferð um Gretu Svabo Bech, Tórshavnar Big Band og Sakaris Stórá
11-02-2019
Hesaferð um einmansleik á Tjóðpallinum, nýggju útgávuna hjá Týr og um framsýningina hjá Silju Strøm í Listaskálanum í Havn.
01-02-2019
Hesaferð um framsýning hjá Rannvá Kunoy, nýggja skaldsøgu hjá Oddfríði Marner Rasmussen og um Symfoniorkestrið.
07-12-2018
Hesaferð um Jól við Løkin, modernaðan dans og um filmskapping hjá Klippfisk
30-11-2018
Hesaferð um uppboðsølu hjá Bruun Rasmussen, um framsýning hjá Øssuri Johannesen og um lívið sum tónleikaframleiðari.
23-11-2018
Hesaferð um dansibandtónleik í Vági, elektroniskan tónleik á Kambsdali og sjónleik úr Suðuroy
16-11-2018
Hesaferð um Kodagrunnin, aldargamlar kinverskar yrkingar og um leik í býráðshúsinum í Gøtu
09-11-2018
Hesaferð eru reportasjur frá trimum venjingum í Havnini - ein jólaleikur á Tjóðpallinum, ein punk-venjing í Margarafabrikkini og Tarira í Finsen
02-11-2018