Minnist tú enn?

Popparnir og jazzarnir
10-04-2019
Straight Ahead, Hjarnar, Kræklingar o.a., 1974-1979

Í 70-árunum mennist rútmiski tónleikurin í Føroyum í stórum. Klaksvíksbólkar seta dagskránna innan poppin. Straight Ahead við tí gávaða Jørgin Dahl á odda framføra egið tilfar, sum líkist nógv tí, sum er at hoyra á altjóða pallinum, men kortini hevur sítt egna skap við góðum, sangbærum løgum og partvíst føroyskum tekstum. Hjarnar er annar undangongubólkur hesi árini.

Báðir bólkar geva út bæði single- og LP-plátur. Tvinnanda stíllegur mennast parallelt í 70-árunum. Í Havn kyknar um somu tíð upp eitt livandi jazzumhvørvi kring Havnar Jazzfelag og Perluna. Plátufelagið Tutl skundar eisini undir eitt blómandi útgávuvirksemi. Øðrumegin hevur tú diskotekini og dansibólkarnar, sum til dømis Fox (Vestmanna), Absurdy Fair (Fuglafjørður) og Black Birds (Havn), sum spæla beran covertónleik.

Eitt sindur fyri seg standa til dømis áðurnevndu klaksvíksbólkar, sum umframt at spæla til dans, leggja dent á at geva út plátur við egnum mainstream popptilfari. Fyri seg hevur tú meira eksperimenterandi bólkar, eitt nú plátuútgávuvirknu Kræklingar og Brongl (Havn), sum hava røtur í spírandi jazzumhvørvinum. Og sum ein undirstreymur reka upp í ljósmála pláturnar frá útisetunum, sum vunnu seg fram longu í 60-árunum.

Ein teirra, Kári P., letur í 1978 frá sær sína fyrstu slóðbrótandi soloútgávu. Føroyski samtíðarrútmiski tónleikurin er vorðin meira fjølbroyttur í 70-árunum. Við samanrenningini millum Straight Ahead og Hjarnar síðst í 70-árunum fáa vit helst tann besta føroyska popptónleikin hetta tíðarskeiðið.

Minnist tú enn?

Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður. Fyrstu pláturnar koma í 1957, sama ár, sum Útvarp Føroya fer at senda. Nýggi tónleikurin verður tí borin inn í hvørt heim í Føroyum og verður soleiðis fólkaogn. Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.

Simme og Ljómlið & Tey av Kamarinum, 1956-1962.
06-03-2019
  •