Minnist tú enn?

Beatrútmur úr hvørjum kjallara
20-03-2019
Silly Boys, Thunderbirds, Cream Crackers og hinir, 1967-1970

Ein flóðalda av føroyskum beattónleikabólkum løgdu seg í kjalarvørrin á Faroe Boys, sum góvust í 1967. Av pallinum í Sjónleikarhúsinum og úr dansistovum víða um landið ekkóar tann dunandi beattónleikurin úr forsterkarum. Fáir bólkar gera sínar egnu sangir, í staðin framføra teir tað, sum ungfólk spæla á plátuspælarum ella hoyra á Radio Luxemburg.

Hóast ongar føroyskar poppplátur koma, búnast kortini góð orkestur og dugnaligir lagsmiðir í hesum birtingarárum.

Í triðju sendingini lýsa vit millum annað søguna hjá trimum av best umtóktu beatbólkunum í Føroyum hesi árini, Silly Boys úr Fuglafirði, Thunderbirds úr Vestmanna og Cream Crackers úr Havn.

Minnist tú enn?

Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður. Fyrstu pláturnar koma í 1957, sama ár, sum Útvarp Føroya fer at senda. Nýggi tónleikurin verður tí borin inn í hvørt heim í Føroyum og verður soleiðis fólkaogn. Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.

Simme og Ljómlið & Tey av Kamarinum, 1956-1962.
06-03-2019
  •