Minnist tú enn?

Streymur í píkatráðnum
13-03-2019
Faroe Boys bróta slóð, 1962-1967.

Eitt týðandi skifti fer fram innan tann nýggja rútmiska tónleikin fyrrapartin í 60-árunum. Tað romantiska rákið við plátuútgávum av nýskrivaðum føroyskum sangum fánar so líðandi. Nýggj tónleikasløg taka seg upp. Umvegis skiffletónleikin, sum skótarnir bera til Føroyar, kyknar upp beattónleikurin. Fyrstu veruligu poppbólkarnir koma nú undan kavi.

Við el-riknum forsterkarum og hátalarum verður tann nýggi, harði tónleikurin varpaður út í hvønn krók. Faroe Boys gerast ógvuliga væl umtóktir, ikki bara í Føroyum, men eisini í Íslandi, har teir verða róptir "teir føroysku beatlarnir". Faroe Boys eru á konserferð í Íslandi í 1964 og 1966. Boð eru eisini eftir teimum at spæla í stórari undirhaldssending í svenskum sjónvarpi, men mongum brestur ætlan. Faroe Boys gevast í 1967, men lata sama ár frá sær fyrstu føroysku popp LP-plátuna.

Onnur sendingin í røðini er í høvuðsheitum søgan um fyrsta, stóra poppbólkin í Føroyum.

Minnist tú enn?

Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður. Fyrstu pláturnar koma í 1957, sama ár, sum Útvarp Føroya fer at senda. Nýggi tónleikurin verður tí borin inn í hvørt heim í Føroyum og verður soleiðis fólkaogn. Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.

Simme og Ljómlið & Tey av Kamarinum, 1956-1962.
06-03-2019
  •