- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnist tú enn?
Uppgongutíðir eru í Føroyum hesi árini, og tað merkist allastaðni. Gongd er nú eisini komin á plátu- og bandútgávurnar. Árini 1984/85 koma um hálvthundrað plátur og bond út í Føroyum. Útgávan "Vónir" frá 1983, sum ungi runavíkingurin Óli Poulsen er upphavsmaður til, verður mett sum eitt slóðbrótandi verk.
Fleiri nýggj nøvn koma á fyrsta sinni undan kavi, eitt nú Ingun Simonsen, Devon, Science Fiction, Fróði og Deiggj, Teinar, Zenith og Símun úr Konoy. Tey gera sítt egna, og sungið verður mestsum bara á føroyskum.
Føroyingar fáa hesar bólkar heilt inn í stovuna, tí Sjónvarp Føroya, sum stovnað verður í 1984, fylgir longu frá fyrsta degi væl við øllum tí, sum rørist á tónleikapallinum. Og nógv hendir.
Farið verður í 1984 undir kappingina um ársins songrødd í Føroyum, og diskotekseigararnir Martin Mouritsen og Páll Arge fáa fleiri útlendskar bólkar higar at spæla í stóru ítróttarhøllunum, sum verða bygdar hesi árini um alt landið.
Av vitjandi bólkum kunnu nevnast Sweet og svensku grand prix vinnararnir Herreys. Og diskotekini eru á tremur við ungfólki hvørt vikuskifti kring alt landið. 80-ini eru av álvara komin til Føroyar.
Minnist tú enn?
Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður. Fyrstu pláturnar koma í 1957, sama ár, sum Útvarp Føroya fer at senda. Nýggi tónleikurin verður tí borin inn í hvørt heim í Føroyum og verður soleiðis fólkaogn. Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.