- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
05-10-2024
Break Up-plátur, ella skilnaðarplátur, eru evnið í 21. útgávuni av Plátupanelinum, ið hóskandi varð send ein regntungan dag í oktober
Huglagið er sorgblýtt, tí hjartasorg og skilnaður verða viðgjørd, tí evnið í sendingini eru Break Up-plátur. Ári Rouch, tónleikari og tónleikaummælari, Urd Johannesen, mentanarsamskipari og rithøvundi, og Eiler Sørensen, tónleikakønur, mannað panelið. Uni Leitisstein Hansen er vertur.
Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.
Break Up-plátur, ella skilnaðarplátur, eru evnið í 21. útgávuni av Plátupanelinum, ið hóskandi varð send ein regntungan dag í oktober
05-10-2024
Fyrsta Plátupanelið í nýggju seasongini, ið er tann triðja, er um plátur, sum vóru útgivnar í 1979, altso fyri 45 árum síðani
07-09-2024
Fróði Løkságarð er vertur í síðsta plátupanelinum fyri summarsteðgin. Evnið eru góðar, men gloymdar skeringar á kendum plátum. Panelið: Eiler Sørensen og Hergeir Eldevig
05-05-2024
1984 er evni í 18. útgávuni av Plátupanelinum. Fróði Løkságarð, Sunneva Háberg Eysturstein og Eiler Sørensen manna panelið. Uni Leitisstein Hansen er vertur
06-04-2024
Dania O. Tausen er vertur fyri sendingini, ið er eitt reint kvinnupanel við Eivør Pálsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Sunneva Háberg Eysturstein. Tær velja tónleik hjá kvinnum
04-03-2024
Evnið í sendingini er "comeback-plátur", sum eru plátur, ið skilmarka eina afturkomu hjá tónleikabólkum ella einstaklingum
03-02-2024
1994 var eitt sera spennandi ár tónlistarliga, tí tað lá mitt á vegamótinum millum grunge-alduna úr USA og Britpop-brotaskjógvin úr Bretlandi
06-01-2024
Hvørjar vóru bestu pláturnar, ið komu út í 2023 bæði her heima, men eisini úti í heimi. Tað gevur Plátupanelið sítt boð uppá
31-12-2023
Plátur frá tónleikaárinum 2013 verða lagdar undir nálina í 13. útgávuni av Plátupanelinum
02-12-2023
Nakrar av bestu og sterkastu plátunum frá 1988 verða lagdar undir nálina í 12. útgávuni av Plátupanelinum
04-11-2023
Debutplátur, altso fyrstu heildar útgávurnar hjá tónlistafólkum og -bólkum, eru evnið í 11. útgávuni av Plátupanelinum
07-10-2023
Tónleikaárið 1973 er tema í fyrsta Plátupanelinum í seasong tvey hjá sendingini
02-09-2023