PolEtikk

Er journalistikkur vinstrahallur í sjálvum sær?
17-09-2024
Triði og seinasti partur í kjakinum um talufrælsi viðger, hvussu miðlar eiga at virka við atliti til talufrælsi, ábyrgd og hugsjónarumboðan

Í triða og seinasta partinum av kjakinum um talufrælsi verður spurt: Hvussu eiga miðlar at virka við atliti til talufrælsi, ábyrgd og hugsjónarumboðan?

Í hesum partinum verða m.a. helling hjá miðlum, falstíðindi og 'big tech' eisini viðgjørd. Pallborðið er mannað av Bárði á Lakjuni, Hervør Pálsdóttir, Arna Zachariasen, Barbaru Holm og Regini Berg. David Thomassen er orðstýrari og hevur lagt til rættis.

PolEtikk

Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.
Triði og seinasti partur í kjakinum um talufrælsi viðger, hvussu miðlar eiga at virka við atliti til talufrælsi, ábyrgd og hugsjónarumboðan
17-09-2024
Annar partur í kjakinum um talufrælsi viðger, hvussu talufrælsi skal handfarast i samfelagnum
10-09-2024
PolEtikk er aftur í trimum nýggjum pørtum! Kjakið er hesuferð um talufrælsi. Hesin fyrsti parturin viðger serliga, um vit eiga at lóggeva um talufrælsi
03-09-2024
Hvørjir eru bestu ítøkiligu hættirnir til at skapa javnstøðu millum kynini og basa kynsdiskriminatión? Tað er pallborðið ikki samt um, og kjakið hitnar.
22-09-2022
PolEtikk er aftur, og annað umfar snýr seg um javnstøðu. Hesa ferð spyrja vit: Hvussu eigur tað optimala samfelagið uttan kynsmismun og við javnstøðu at síggja út?
13-09-2022
PolEtikk er aftur, og annað umfar snýr seg um javnstøðu. Í fyrsta parti seta vit spurningartekn við, um vit hava javnstøðu millum kynini, og hvørjir ójavnarnir eru.
05-09-2022
Í seinasta partinum spyrja vit, um kristindómurin skal hava framíhjárætt í føroyska samfelagnum.
12-10-2021
Í øðrum parti av kjakinum um átrúnað og politikk spyrja vit, hvussu sambandið millum politikk og átrúna eigur at vera.
05-10-2021
Í fyrsta parti viðgera vit sambandið millum londini í vesturheiminum og kristindómin. Heini í Skorini, Jógvan Jacobsen og Pætur Marjunarson Dahl manna pallborðið.
28-09-2021