Sement

Sement 2023: Finalan (4:4)
29-04-2023
Aggrasoppar, Tormóður, Nimbus Tópus, Dóttir, Benjamin Rajani og Eimyrja kappast sum sigur í finaluni í Sement 2023

Sent varð beinleiðis frá finaluni í Sement 2023, ið var send frá Reinsarínum í Havn. . 

17 bólkar vóru til tey trý innleiðandi umførini, sum hava verið, og seks bólkar spældu seg víðari í finaluna. Teir vóru Aggrasoppar, Tormóður, Nimbus Tópus, Dóttir, Benjamin Rajani og Eimyrja.

Ungdómstoymið BIIT sendir beinleiðis frá Sement. 

Seks bólkar og einstaklingar kappast. Ungdómstoymið Biit stendur fyri framleiðsluni. Biit-toymið stendur fyri øllum. Tað merkir, at alt frá vertum til kamerafólk og framleiðara eru ung fólk, sum eru knýtt at ungdómstoyminum.

Sement

Tónleikakappingin Sement verður fyriskipað á hvørjum ári. Tað er Tórsgøta í Havn, ið skipar fyri. Endamálið við kappingini er at geva einstaklingum og bólkum eina lopfjøl inn á tónleikapallin. Ungdómstoymið BIIT sendir beinleiðis frá Sement. 

Í 2015 høvdu Konni Kass, Sissal Grækarisdóttir Magnussen, Iron Lungs, Tummas Eivind & Hans Arni og Rökkvi spælt seg í Sement-finaluna
02-06-2015
  •