Skil fiskin!

Skil fiskin! - Vitanarstríðið 3 (9:9)
04-05-2017
Politikarar tykjast rættiliga avgjørdir. Men hvussu vita teir, hvat er rætt og hvat er skeivt í sambandi við fiskivinnunýskipanina?

Í tveimum undanfarnum sendingum hava vit hoyrt ymiskar serfrøðingar í fiskivinnu grundgeva, hví politikarar eiga at lurta eftir teimum, tá ið fiskivinnupolitisku avgerðirnar skulu takast.

Í dag sleppa tríggir politikarar at greiða frá, hvussu teir navigera í fløkta fiskivinnukjakinum.

---

Kjakið um fiskivinnuna snýr seg fyri ein stóran part um uppboðssølu, antitrust, dagar, kvotur og annað, sum fer at mynda innihaldið í eini nýggjari fiskivinnulóggávu.

Men, kjakið um sjálvt innihaldið í fiskivinnuskipanini kann ofta villast, og fer at snúgva seg um nakað heilt annað. Tað er: hvør veit hvat, ella hvør veit nóg nógv um fiskivinnu til at kunna tosa um hana.

Hetta ger seg kanska serliga galdandi á internetinum, har fólk við púra ymiskum sjónarhornum oftari hava høvi at skifta orð, enn tey fyrr høvdu. Ofta eru sjónarhornini so ymisk, at tað - heldur enn at kjakast um innihaldið - gevur betri meining at finnast at avmarkaðu vitanini hjá hvørjum øðrum.

Og tá ið kjakið millum tey, sum halda seg vita, leikar harðast á, kann tað hjá øðrum vera torført at taka dagar ímillum, hvør veit best.

Og innan stutta tíð fer hetta sama orðaskiftið av álvara í gongd í løgtinginum.

Fólkaflokkurin eigur eitt uppskot, samgongan eitt, og sambandsflokkurin kemur við einum triðja uppskotið fyrsta dagin.

Nógv stendur upp á spæl búskaparliga, men eisini politiskt. Tí kunnu vit vænta eitt løgtingsorðaskifti, sum verður næstan líka hvast og kanska líka ørkymlandi sum glepsini á netinum.

Tí hava vit til hesa síðstu sendingina tosað við teir tríggjar, sum hava staðið á odda fyri løgtingsuppskotunum.

Og hóast ósemjurnar eru har, so er tað eitt, sum bæði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, tykjast púra samdir um: bæði praktisk og ástøðilig vitan er viðkomandi, tá ið avgerðirnar skulu takast.

Frástøðan millum vinnu og frøði hevur søguliga verið stór. Hetta er til stóran ampa hjá politikarum, og ger tað nógv torførari at taka avgerðir. Men tað ber til at samansjóva vitanina, sum frøðin øðrumegin og vinnan hinumegin liggja inni við. Allir tríggir síggja teir fyri sær eitt vaksandi samstarv, eitt nú millum fiskimenn og fiskifrøðingar.

Fiskivinnan skal vera burðardygg. Tað eru teir eisini samdir um. At fiskivinnan skal hava so góðan vinning sum gjørligt í so langa tíð sum gjørligt munnu tey flestu í Føroyum taka undir við. Men, sum annar og triði partur í hesi røðini umrøddi, so er burðardygd eitt breitt hugtak. Tí fer stóra ósemjan at snúgva seg um, hvat burðardygd annars merkir, og hvussu hon skal røkkast?

Fiskivinna fer uttan iva at fylla nógv í føroyskum politikki, eisini langt aftaná eina komandi fiskivinnunýskipan. Men fleiri hava gjørt vart við, eitt nú miðnámsskúlalærarar, og Meginfelag Føroyskra Studenta, at fólk hava ilt við at seta seg inn í fiskivinnuna, tí hon er so torskild.

Vit lata teir tríggjar og hini fólkavaldu sigla víðari millum skerini í fiskivinnupolitiska orðaskiftinum komandi tíðina. Sjáldan hevur ábyrgdin á politisku herðunum viga so tungt, tí nýskipanin fer ivaleyst at broyta, hvussu stórt virði fæst burtur úr náttúrutilfeinginum, og hvussu hesi virði skulu býtast.

Breið semja er um burðardygd. Trupulleikin er, at vinnan og frøðin og ymiskir politikarar hava ymiskar fatanir av, hvat burðardygg fiskivinna er og hvussu hon skal røkkast. Og so er stór ósemja eisini um, hvørt uppboðssøla, kvotur, anti trust avmarkingar og annað kunnu stuðla upp undir burðardygga fiskivinnu.

Skil fiskin!

Sending frá 2017.  Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýskipanina næstu vikurnar.
Politikarar tykjast rættiliga avgjørdir. Men hvussu vita teir, hvat er rætt og hvat er skeivt í sambandi við fiskivinnunýskipanina?
04-05-2017
Petur Steingrund og Herit Albinus grundgeva, hvussu vitanin hjá lívfrøðingum og búskaparfrøðingum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
26-04-2017
Hanus Hansen og Magni Skaale grundgeva, hvussu vitanin hjá reiðarum og fiskimonnum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
24-04-2017
Týðandi partur av fiskivinnukjakinum í hesum døgum er um, hvussu stóran part av fiskirættindum einstøk reiðarí skulu sleppa at hava.
20-04-2017
Fiskivinnukjakið hevur verið nógv merkt av spurninginum um uppboðssølu av veiðirættindum. Men hvørjir er fyrimunir og vansar við uppboðssølu?
12-04-2017
Fleiri politikarar ætla at skifta dagar út við kvotur í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvørjir eru fyrimunir og vansar við eini slíkari avgerð?
10-04-2017
Fiskivinnan kann vera burðardygg á ymiskar mátar. Men í summum førum stríðir eitt slag av burðardygd móti øðrum
05-04-2017
Allir politisku flokkarnir leggja dent á lívfrøðiliga burðardygd í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvussu kann málið røkkast?
03-04-2017
Fiskivinnunýskipanin er ein avleiðing av eini røð av hendingum seinastu 50 árini. Sendingin setir nútíðina í samband við søguligu hendingarnar
29-03-2017