- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá Grønland bjargaði Føroyum
Sum frálíður minkar virksemið hjá Nordafar, og í 1989 fer felagið av knóranum. Og hendan partin fer Jógvan Arge, rithøvundur og journalistur, at umrøða hesuferð.
Í 1936 letur føroyska heimamissiónin sjómansheimið Lívd byggja stutt frá sjúkrahúsinum í gomlu Føroyingahavnini, í 1956 verður sjómansheimið útbygt, og í 1960 gerst sjómansheimið enn størri.
Í dag vitja vit við Kolbeinagjógv, har ið vit hitta Hans Eli Jacobsen, ið varð ein av monnunum, sum var tengdir at hesum arbeiði.
Vit hitta eisini Sofíu Haraldsen, ið er ættað úr Grønlandi, og sum giftust einum miðvingi, ið hon hitti í Grønlandi.
Grønlandsútróðurin er ein týðandi partur av føroyskari søgu, og tí verður arbeitt við at gera eitt savn í Miðvági, sum lýsir hendan partin.
Og í hesum sambandi hitta vit Jon Hansen, ið er ein av stigtakarunum, og arkitektin, Mayfinn Norðoy.