Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - Endurvinning
06-07-2020
Hvat hendir við tí tilfari, sum vit tveita burtur? og hvør er uppgávan hjá teimum, sum taka ímóti hesum tilfeingi?

Ta vit hava latið okkara burturkast í skrelliposan ella á endurnýtsluplássið, so hugsa vit ikki so nógv um tað meira, men aðrar hendur taka við, har okkara sleppa, og hesi fólk hugsa um, hvussu okkara rusk kann endurnýtast ella endurvinnast.

Luttakarar eru millum onnur Súsanna Berg, Óli Ó. Olsen og Jógvan Mørkøre, umframt onnur starvsfólk hjá IRF.
 

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •