Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - lógin
21-12-2020
Í Føroyum hava vit onga veðurlagslóg, men vit hava aðrar lógir, sum verja umhvørvið. Spurningurin er, um tær verja nóg væl

Tá tað snýr seg um politiska viljan at verja umhvørvið, so eru vit í Føroyum nakað aftan fyri grannar okkara, tí har tey til dømis hava bæði kemikalielóg og veðurlagslóg, hava vit ongar.

Vit hava eina umhvørvislóg, sum greinar uppgávubýtið millum kommunur og land, og sum er gomul og kanska ótíðarhóskandi, spyrt tú umhvørvisfelagsskapirnar í Føroyum. Hesir ynskja sær størri ávirkan og nýggjar og meira tíðarhóskandi lógir.

Tey, ið luttaka í sendingini eru Suni Petersen, Annika Bolton Mortensen og Bjørt Sigurdsdóttir Lamhauge.

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Skrell, rusk, burturkast - vit kenna tað øll, vit framleiða tað øll, og vit hugsa um tað sum minst.
29-06-2020
  •