Úr bókmentasøgu okkara

Úr bókmentasøgu okkara (3:3)
10-06-2019
Triðji partur er um tríatiárini, har prosabókmentir gera eitt renningarlop.

Í sendingni verður greitt frá stuttsøgu eftir Andreu í Norðradali, sum er nýtíðarligari enn tað mesta av føroyskum prosa tá, og teimum slóðbrótandi prosasmonnunum Hans Mariusi Eidesgaard og Heðini Brú.

At enda verður nortið við skaldskapin hjá Janusi Djurhuus í tríatiárunum, tá hann í yrkingum setti fram hugsjónir um mentan og list, og hinumegin yrkti persónligar og eksistentiellar yrkingar.

Úr bókmentasøgu okkara

Tríggir fyrilestrar um føroysku bókmentasøguna frá árunum 1900-1939.   1. Úr bókmentasøgu okkara, fyrsta sending. Tjóðskaparrørslan kveikti tørv hjá fólki til at yrkja um Gud á føroyskum og týða Guds orð til føroyskt. Henda fyrsta sendingin av trimum snýr seg um trúarbókmentir á føroyskum frá 1900 til 1939.   2.Úr bókmentasøgu okkara, onnur sending. Árini 1915-1929 styrktu og víðkaðu ungmannafeløgini, fólkafundirnar og Háskúlin støðið undir føroyskum bókmentum. Hetta er eisini tíðin, tá ið lærdir, modernaðir yrkjarar sum Christian Matras gera vart við seg. Síðst men ikki minst er tað í hesum árum, at William Heinesen stígur fram sum føroyskur yrkjari á donskum máli.   3.Úr bókmentasøgu okkara, triðja sending. Tríatiárini gera prosabókmentir renningarlop. Her verður greitt frá stuttsøgu eftir Andreu í Norðradali, sum er nýtíðarligari enn tað mesta av føroyskum prosa tá, og teimum slóðbrótandi prosasmonnunum Hans Mariusi Eidesgaard og Heðini Brú. At enda verður nortið við skaldskapin hjá Janusi Djurhuus í tríatiárunum, tá hann í yrkingum setti fram hugsjónir um mentan og list, og hinumegin yrkti persónligar og eksistentiellar yrkingar.   Turið Sigurðardóttir og Malan Marnersdóttir leggja fyrilestrarnar til rættis.   Fyrsti fyrilesturin snýr seg um trúarbokmentir í hesum tíðarskeiði. Onnur sending er um bókmentir í tíðini 1915-1929, har hugt verður at bókmentunum hjá Willliami Heinesen og Christiani Matras. Triði fyrilesturin er um skaldskapin, ið kom út í 1930-árunum, hjá Heðini Brú, Andreu í Norðradali, Janusi Djurhuus o.fl. Turið Sigurðardóttir og Malan Marnersdóttir leggja fyrilestrarnar til rættis.
Triðji partur er um tríatiárini, har prosabókmentir gera eitt renningarlop.
10-06-2019
Árini 1915-1929 styrktu og víðkaðu ungmannafeløgini, fólkafundirnar og Háskúlin støðið undir føroyskum bókmentum.
09-06-2019
Tjóðskaparrørslan kveikti tørv hjá fólki til at yrkja um Gud á føroyskum og týða Guds orð til føroyskt
30-05-2019