Skiftissiðir á lívsleiðini

Skiftissiðir: Kirkjuligir spurningar (14:15)
21-11-2002
Marjun Bæk, prestur, greiðir frá um ymisk viðurskifti rundan um dóp og jarðarferð

Marjun Bæk, prestur, svarar spurningi frá lurtara, ið spyr "um foreldur, sum bera barnið til dópin, verða skrivaði sum faddur".

Vit hoyra eisini ymiskt um deyða og jarðaferð, deyðsváttan, grøv og kistu, hví hond verðir løgd á kistuna, hvat tað merkir at kondolera, jarðarferðartalur og hví fólk gera so nógv burturúr gravstaðum.

Sendingin varð fyrru ferð send 21.11.2002.

Skiftissiðir á lívsleiðini

Savnssending   Øll menniskju hava ymsar skiftissiðir í samband við føðing, dóp, pubertet, polterabend, hjúnarlag og í samband við deyða. Hesar sendingar lýsa hesar siðir í okkara føroyska umhvørvi.
Hans, Jógvan,Teitur, Anna-Katrina og Rakul. Lektari í religión Anne-Lene Olufson sigur frá um konfirmatión sum fyribrigdi
08-11-2001
Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, og Heri Joensen, prestur, siga frá um dópin
25-10-2001
Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, sigur frá ymsum skiftissiðum. Í fyrstu sendingini sigur hon frá um ymsar skiftissiðir
11-10-2001
  •