Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Sandoyartunlinum (2:2)
25-01-2021
Í Sandoyartunlinum hava teir drigist við nógvar lekar í seinastuni. Kortini verður koyrandi undir Skopunarfirði sum ætlað seinast í 2023

Sandoyartunnilin verður 10,8 km. langur og verður harvið longsti tunnil í Føroyum. Lægsta punkt er 155 metrar undir havbotninum og mesta hallið er fimm prosent, eins og í nýggja Eysturoyartunlinum.

 

Sonni á Horni, júst fráfarni borgarstjórin í Fuglafirði, er fyrsti maður vit møta við tunnilsmunnan sandoyarmegin. Hann koyrir dumpara og tað dámar honum væl.

 

Jógvan Nicodemussen, vanliga nevndur Jógvan í Klingruni, sigur frá ymsum søgum á gomlu farleiðini um Skopunarfjørð. M.a. tá hann og Dánjal mammubeiggin fóru til Skopunar til gomlu Rituna eftir einari ryssu.

 

Vágbingurin Bárður Gunnarstein Nielsen er landmátari og saman við honum fara vit inn á botn í tunlinum sandoyarmegin. Bárður greiðir frá, at nú eru vit úti undir Skopunarfirði.

 

Olaf Emil Vesturtún koyrir dumpara og tað dámar honum væl. Hann greiðir frá, at sjálvur dumparin vigar 32 tons og hann tekur 40 tons av gróti, so hann er ógviliga tungur tá hann koyrir grót úr tunlinum.

 

Ruth Olsen ger mat til arbeiðsfólkið í Ungmannafelagnum Samljóð í Skopun. Arbeiðsfólkið, sum kemur aðra staðni frá, býr tætt við í skúrum. Ruth sigur, at tað verður eitt heilt annað lív hjá fólkinum í oynni, tá Sandoyartunnilin er tikin í brúk.

 

Gullbrandur Tungá koyrir eina stóra gummiged, har grótið verður fylt í haganum omanfyri tunnilsmunnan. Hann er glaður fyri at hava fingið henda møguleikan áðrenn hann um stutta tíð verður pensiónistur.

 

82 ára gamla Sólvá Nielsen í Skopun minnist nógvar ringar túrar við gomlu bátunum um Skopunarfjørð. Sólvá sigur, at mamma sín mintist fyrstu trillibøruna sum kom til Skopunar.

 

Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, greiðir frá muninum millum Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin, sum júst er tikin í brúk. Hann sigur, at tunnilin verður liðugur sum ætlað seinast í 2023.

 

Sakaris Zachariasen, sum koyrir grót við lastbili streymoyarmegin, gleðist um, at Sandoyggin verður partur av meginøkinum. Hann býr í Skálavík og nú brúkar hann nógva tíð at bíða eftir ferjuni.

 

Kristian Stórhamar, anlegsleiðari hjá NCC streymoyarmegin, sigur, at higartil hava teir borað umleið 60 prosent av tunlinum. Í seinastuni hava nógvir lekar verið, og tí hevur nógv betong verið pumpað inn í fjallið fyri at tetta. Og jóannis Joensen greiðir frá tettingini.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023