Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Oyndarfirði
24-11-2014
Í dagsins sending vitja vit bygdina, ið helst er mest kend fyri Rinkusteinarnar

Oyndarfjørður er bygdin við teimum kendu rinkusteinunum. Fólkatalið í bygdini er minkað javnt og samt, men eitt miðvíst arbeiði verður gjørt fyri at fáa fólk at flyta aftur. Í dag búgva umleið 100 fólk í Oyndarfirði.

Louis Houmann, ið er fróðarmaður, greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini.

Jógvan Petersen setur barnaheimið í stand. Pápin gekk burtur á sjónum og Jógvan greiðir frá, hvussu fátæksligt tað var í barnaárunum.

Durita Rógvadóttir Hansen, sum er í nevndini í Oyndafjarðar Ítróttarfelag, greiðir frá arbeiðnum hjá felagnum. M.a. royna tey at fáa ungfólk, sum hava røtur í Oyndarfirði, at flyta aftur í bygdina, so bygdini verður lív lagað.

Eivind Petersen hevur havt handil í bygdini í nærum 73 ár, og hann sigur, at hann er farin glaður til arbeiðis hvønn tann einasta morgun.

Nina Joensen er kókikonan í bygdini, og nógv melur uttan um hana.

Ein ungur oyndfirðingur, Bárður Árnason, hevur keypt húsini hjá ommuni og abbanum frá 1950-unum og sett tey í stand. Bárður og unnustan Palma Kajsdóttir hava verið trúgv móti stílinum í fimtiárunum. Um stutta tíð flyta tey Oyndarfjarðar at búgva.

Og so hoyra vit eisini um eitt mannfólkakvøld í skúlanum, sum Jónhard Gaard tók stig til. Ætlanin er, at menninir skulu savnast regluliga í vetur.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023