- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Nes er ein gomul prestbygd og gamla kirkjan og ikki minst gamli prestagarðurin hava eina ríka søgu, sum Ólavur Magnussen greiðir frá í sendingini. Fyrr var presturin samstundis stórbóndi og hevði nógv fólk í arbeiði.
Umleið 325 fólk búgva á Nesi. Millum ungfólkini, ið nýliga hava sett búgv, eru hjúnini Anna Elisabeth og Sámal Jákup Gøte, hon av Tvøroyri og hann úr Leirvík. Tey eru bæði lærarar í Klaksvík, men hava bygt sær nýggj hús á Gaddavegnum, har tey trívast avbera væl.
Eiler Hansen er blivin sum ein annar maður, síðani hann fór at taka Magnesium tablettir hvønn dag. Hann kennir ikki seg sjálvan aftur, tí orkan er av álvara komin aftur.
Úti á Rætt, uttast á Nesi, eigur William Hansen nú gomlu húsini hjá abbanum og ommuni, har hann fyri ein stóran part vaks upp. Hetta er veruligur hugni, sigur William.
Niðri á Neshamri er gamla spælhúsið komið til heiður og æru aftur. Her hava hegnigir menn gjørt eina serliga vatnskreiðubreyt, sum bæði vaksin og børn brúka dúgliga. Næsta summar fara tey eisini at taka eitt neyst í brúk, so umstøðurnar verða betri.
Bretsku hermenninir høvdu stórt virksemi á Nesi undir seinna heimsbardaga, og framvegis sæst ymist frá hesum. Meinhard Hansen vísir okkum gomlu barakkina, sum var elverk hjá bretum. Nú er barakkin eini hugnalig og snøgg summarhús hjá soninum Jákupi.
Sjálvur hevur Meinhard bygt omaná lóðurgoymsluna, sum nú er kjallari og sær út sum hon gjørdi tá, og beiggin Hugo bygdi oman á aðra kanónina, og kjallarin hjá teimum er eisini óbroyttur.