Við Tórði á túri

Við Tórði á sjómannatúri í Íslandi
25-06-2018
100 fólk vóru á sjómannatúri í Íslandi í síðstu viku. Teirra millum var Tórður Mikkelsen, ið gjørdi ymsar samrøður á ferðini

Sendingin "Við Tórði á sjómannatúri í Íslandi" er frá væl mannaða sjómannatúrinum á Eysturlandinum, har eldri føroyingar hava nógv góð minnir.

Mortan Johannesen er ferðaleiðari og hann heldur, at tað hevur stóran týdning hjá sjófólki at tosa um lívið umborð. Á sjómannatúrinum er gott høvi til tað.

Sonny Johannesen hevur verið kendur trolaraskipari í samfull 40 ár. Men sjálvur sigur Sonny, at eingin í verðini hevur verið so ringur av sjóverki sum hann var, tá hann fór til skips 14 ára gamal. Hann stríddist við sjóverk í eini 20-25 ár.

Osmundur Justinussen, ið hevur Bátasavnið í Leirvík, heldur, at íslendingar hava verið nógv meira áhugaðir fyri søguni enn føroyingar, og tað er sjón fyri søgn við teimum mongu søvnunum í Íslandi.

Niels Jacob Nielsen av Strondum heldur, at tað eigur at vera ein landsuppgáva at hava eitt savn, ið lýsir alla okkara sjóvinnusøgu. Og júst Ísland er ógviliga viðkomandi fyri okkara sjóvinnusøgu, tí tilsamans 400 føroyingar hava latið lív í íslendskum sjógvi síðani fiskiskapurin tók seg upp.

Lovisa Ludvíksdóttir í Hvalba var leiðari á verksmiðjuni umborð á norskum flakatrolara, tá russiski kavbáturin "Kursk" sakk í økinum har tey vóru stødd og 188 mans kvaldust umborð. 23 mans kundu verið bjargaðir, men skip úr øðrum tjóðum sluppu ikki at hjálpa fyrr enn tað var ov seint. Lovisa hevur hugsað nógv um hesa hendingina.

Lærarin Arnold Eyvindsson, sum er ættaður úr Hvalba, er ein teirra, ið eru við á sjómannatúrinum. Arnold fór til skips sum ungur drongur og upplivdi mangt og hvat. Serliga eftir at hann var blivin skipsførari og fór út í heimin at sigla. Í samrøðuni greiðir hann frá serligum hendingum í Onglandi og í arabiskum londum.

Á vitjan á gamla elverkinum á Seyðisfirði hitta vit kollfirðingin Torbjørn Joensen, ið heldur, at íslendingar hava nógv størri virðing fyri tí gamla enn føroyingar, og teir byggja oman á herðarnar hjá teimum gomlu. M.a. nevnir hann, at íslendingar nú eiga alla innsigling til Havnina. Johan Magnussen úr Miðvági fegnast um at síggja gamla elverkið. Í Miðvági bleiv alt frá gamla elverkinum koyrt burtur. Nú rópa fólk um, hvar alt er, sigur hann.

Ein av teimum yngstu á sjómannatúrinum er klaksvíkingurin Jóhan Klakstein. Hann sigur, at longu tá hann slepti blæðuni, visti hann, at hann skuldi verða sjómaður. Hann brúkar enn klæðsekkin, sum pápin og abbin hava brúkt. Hann varð seymaður í 1941 undir heilt serligum umstøðum.

Sendingin varð send fyrstu ferð tann 4. apríl 2016.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023